

Hanna K. Møller fra Eiði skrev 30. august 2009 kl. 13:58

Heilsan
Hey Jens Kjeldsen, veitst tú at siga mær, hvat hetta er fyri ein? Eg fann ongan teldupost, so nú royni eg soleiðis í staðin fyri Hon er á stødd millum tær stóru og tær smáu skinflugurnar. Dótturin bleiv heilt elektrisk og vildi hava hana út beinan vegin, hon segði, at tað líktiskt einum, sum tey hava í USA, og sum tey kalla Horsefly, og tað bítir so illa. Men er hetta ikki ein almindulig blomsturfluga, tær er nógvar at síggja her.
Havi annars verið inni á heimasíðuni hjá tykkum, deigligar kettur, tit hava. Vit kunna tíverri ikki hava kettu, tí bæði dótturin og ommusonurin eru allergisk. Og so kann eg fortelja tær, at æðublikurin fór avstað umkring 1. dec. 2007, men vit sakna enn hansara hugnaliga ljóð
Vinarliga Hanna K. Møller Eiði
Myndin er tikin í gjár.



|