Gestabók


Hanna K. Møller fra Eiði skrev 30. august 2009 kl. 13:58





Heilsan
Hey Jens Kjeldsen,
veitst tú at siga mær, hvat hetta er fyri ein?
Eg fann ongan teldupost, so nú royni eg soleiðis í staðin fyri
Hon er á stødd millum tær stóru og tær smáu skinflugurnar.
Dótturin bleiv heilt elektrisk og vildi hava hana út beinan vegin, hon segði, at tað líktiskt einum, sum tey hava í USA, og sum tey kalla Horsefly, og tað bítir so illa. Men er hetta ikki ein almindulig blomsturfluga, tær er nógvar at síggja her.

Havi annars verið inni á heimasíðuni hjá tykkum, deigligar kettur, tit hava. Vit kunna tíverri ikki hava kettu, tí bæði dótturin og ommusonurin eru allergisk.
Og so kann eg fortelja tær, at æðublikurin fór avstað umkring 1. dec. 2007, men vit sakna enn hansara hugnaliga ljóð

Vinarliga
Hanna K. Møller
Eiði

Myndin er tikin í gjár.



Endre visningsmodus til kommentaren
Din kommentar:
Hey Hanna!
Á forsíðuni á okkara heimasíðu stendur: send e-mail, so tað er bara at klikkja á har (kann ikki nýta orðið t-post, tí tað skilur eingin útlendingur).
Flugan er ein hon blómufluga av slagnum tikarabressa. Tikarabressan er eitt gott nyttudjór, tí hon etur blaðlýs, so hana skalt tú avgjørt verða glað fyri at hava í havanum.

Heilsan
Marita & Jens-Kjeld
Marita Gulklett,

Skriv passord
Kommentarens visning i gjesteboken: Som link
Vis hele kommentaren